Alt hetta vikuskiftið er drúgv skrá fyri harmonikutónleiki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag skipar fyri.
Fyrrapartin vóru fleiri harmonikuspælarar á Vesturstovu og spældu fyri búfólkunum, har búgva. Kl. 18 var harmoniluløta í Siloa.
Kl. 19.00 legði so Havnar Harmonikufelag fyri í Mentanarhúsinum, har harmonikutreff er alt vikuskiftið – síðani komu øll hini orkestrini í hølunum á hvørjum øðrum.
Borgarstjórin, Dávur Juul setti festivalið við góðum minnum um góðan harmonikutónleik og góðan dans í Fuglafirð, sum Fuglafjørður eisini er kendur fyri.
Hanna og Terji úr Kollafirði spældu – Hann á harmoniku og hon á banju og sungu tey eisini. Tey eru væl samanspæld eftir drúgva tíð á ymsum pallum.
Gary Blair og Robin Hyland frá Glasgow í Skotland hugtóku við serligum spæli á altjóða støði.
Gary nýtir nú alla sína tíð til konsertvirksemi og undirvísing í harmonikuspæli – eisini á netinum. Hann er eisini dómari við tónleikakappingar og hevur vunnið fleiri heiðrar fyri sítt spæl.
Robin Hyland byrjaði at spæla upp á harmoniku sum 9 ára gamal. Hann spældi regluliga til ymisk høvi í Glasgow til hann var 19 ár. So kom ein langur steðgur í spælið. Seinni byrjaði Robin aftur at spæla, hesa ferð undir kønari leiðbeining frá Gary Blair.
Robin mentist skjótt sum harmonikuleikari, meðan hann spældi hjá Gary Blair. Nú spælir hann solo á festivalum og alskyns klubbum. Robin Hyland leikar harafturat regluliga í orkestrinum: Gary Blair Ceilidh Band.
Síðani komu Preben og Flemming úr Odense, sum spældu hugtakandi væl og høvdu sera gott og væl samanspælt stev.
Preben Andersen hevur eisini handilin, Odense Harmonika Center og úr honum hevði hann ein lastbil við til Fuglafjarðar við 100 harmonikum, sum eru settar upp í Mentanarhúsinum til sølu. Sambært Preben er talan um heimsins bestu harmonikur úr Italia.
Eftir ein stutta kaffi og te-steðg, hildu Hallur Joensen og vinmenn – Beddy og Pauli, saman við Hannu og Terja fram við “Syngið við-løtu”. Kvøldið endaði við Jam-session har øll við hvør síni ljóðføri trinu pallin.
Eitt frálíkt kvøld, sum heldur fram í morgin við hópin av harmonikutónleiki og endar kvøldið við dansi við Norrøna Dansiband.
Tað er Fuglafjarðar Harmonikufelag við Sólgerð Andreasen á odda, sum skipar fyri sjeynda Harmonikufestivalinum í Fuglafirði. Henni við lið í nevndini eru Janus Jensen, kassameistari og Hóraldur Joensen, skrivari.






























































