Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Harra Vestergaard – broyt ikki kunngerðina!

Meginfelag Útróðrarmanna

Meginfelag Útróðrarmanna vil hervið heita á Fiskimálaráðharran, um ikki at broyta kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar. Skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður skjótt eingin útróður longur.

Meginfelag Útróðrarmanna undrast yvir, hvussu tað hongur saman við umsitingarætlanini, at trolarar fáa fleiri rættindir á innaru leiðunum. 

Meginfelagið vil eisini minna á, at bólkarnir 4 og 5 vórðu ”gloymdir”, tá ið makrelurin varð útlutaður.

Eingin hjálparpakki var til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn vegna koronu.

Skal lína/snella nú kappast við troling á innaru leiðum eisini, verður steinur lagdur oman á byrðu.

Víst verður eisini til hoyringsskriv frá Fiskivinnuráðnum og onnur hoyringsskriv, sum ikki taka undir við kunngerðini.