Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harraboð úr Havn – 4.300 kr. á konto ella fer Másin ongan veg

Oliver Joensen

Hetta vóru køldu boðini tey avvarðandi fingu tá tey skuldu til Svínoyar við einum líki til jarðarferð.

Norðlýsið hevur frá góðum keldum fingið at vita, at tá ein ávísur svínoyingur skuldi jarðast í heimbygdini Svínoy og familjan hevði fyri neyðini fluttning út til Svínoyar orsakað av at kendi svínoyingurin var deyður í Klaksvík, settu tey seg, sum siðvenja hevur verið, í samband við skiparan á Másanum og avtalaðu tíð um fluttning.
Skiparin gav grønt ljós og so var ikki meira hugsað um tað. Men síðani komu harraboð frá Strandferðsluni úr Havn. Másin skuldi ongan veg fyrr enn 4.300,- kr. vóru fluttar á konto hjá Strandferðsluni og har stóðu tey avvarðandi.
Einasti útvegur var at fáa samband við peningastovn og fáa flutt peningin. Ein av teim, sum vit vóru í samband við sigur, vit kendu okkum sum lógbrótarar.
Vit royndu í kvøld at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum í Svínoy Pól Sundskarð, men tað heppnaðist okkum ikki.

Harleyfacadeacryl