Árliga Mentanarvikan í Runavík, sum í fjør fekk heitið Skýming, verður hildin 9. árið á rað í døgunum 20. til 27. oktober 2013.
Harry Knudsen prýðir Mentanarvikuna Skýming 2013
Árliga Mentanarvikan í Runavík, sum í fjør fekk heitið Skýming, verður hildin 9. árið á rað í døgunum 20. til 27. oktober 2013.
Hesaferð verður tað lokali listarmaðurin Harry Knudsen, ið fær høvi til at prýða alt tilfar, ið verður framleitt í sambandi við marknaðarføring av mentanarvikuni. Útvaldi málningurin er partur av stórari málningaframsýning, ið letur upp í Løkshøll í mentanarvikuni. Harry Knudsen er autodidaktur og málar fyri tað mesta portrettir og støðumyndir. Listarmaðurin er sera glaður fyri litir og sæst hetta aftur í hansara myndum.
Eins og áður fer Mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Øll, ið eru áhugaði í at luttaka ella skipa fyri einum tiltaki, eru vælkomin at seta seg í samband við samskipanina av Mentanarvikuni áðrenn 15. juni 2013. Sí www.mentanarrvikan.fo
Verið vælkomin til Mentanarvikuna Skýming 2013.




