Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hart veður ídag nógv skip á Vágni og glaðustrok

Oliver Joensen

 Nógv regn og sera nógvur vindur hevur verið eyðkennið fyri veðrið seinasta samdøgrið. Í nátt og í morgun hevur regna av grimd, ímeðan turrari hevur verið seinnapartin.

Ein túrur við myndatólinum fyri løtu síðani gav sjón fyri søgn. Nógv skip á Vágni og hart veður. Landsverk boðar frá at vindurin á Øðraskarði hevur verið um 50 metur um sekundi ímeðan vindmátarin við Gravarbø ikki sigur meira enn 20 metur. Men hann man liggja har vindurin ikki rættuliga kemur at, tí tað hevur verið meira vindur enn tað í Klaksvík í dag. 

Her nakrar myndir:

Harleywoodpaint