Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Haruskjótingin er byrjað

Oliver Joensen

Leygardagin var so fyrsti dagurin, at loyvt er at skjóta haru í ár. Veðrið var gott, men misjavnt var hvussu gekkst. Harumenn eru vælkomnir at senda inn úrslit.

Vit hava ikki enn frætt frá so nógvum hagapørtum. Tað besta sum vit hava hoyrt um er úr Árnafirði, har tveir mans skulu hava fingið 30 harur leygardagin, men vit hava ikki fingið tíðindini váttað frá rætta viðkomandi. Úr Uppsala haga frættist eisini um ein góðan dag, imeðan minni væl gekst á Skálatoftum í mun til árini frammanundan.

Teir, sum hava hug at senda okkum úrslit, kunnu senda úrslitini inn undir kjakið her niðanfyri, so leggja vit tað út.

Eisini hevði verið áhugavert at fingið myndir.