Heystið er av, nú verður bert bíðað til tær ræstu síðurnar eru klárar at koyrast í ovnin. Summi hava tó roynt. Hetta ber boð um, at haruveiðan skjótt fer at byrja. Vanligt er at harutíðin byrjar 2. november, men í ár byrjar hon mánadagin 3. november, tí tað er ikki loyvt at skjóta sunnudag. Um 1000 mans skutu haru í fjør.

Føroyingar dáma væl at veiða. Í fjør lótu 7.562 harur lív. Tað vóru 900 harutúrar skrásettir. Hetta ljóðar nógv í einum lutfalsliga lítlum landi. Jú, tað er nógv hara til í Føroyum. Árið undan, altso í 2012 vóru skotnar eitt sindur færri, hóast talið lá uppi á teimum sjeytúsund.
Hagtøl um haruskjótingina
Eyðfinn Magnussen byrjaði í 2012 at savna saman hagtøl um haruskjóting, og tað er honum at takka, at vit nú hava omanfyristandandi tøl at vísa á. Hann hevur nú givið út tvær frágreiðingar um haruárini 2012 og 2013.
Hann hevur savnað hagtøl við góðari hjálp frá Facebook. Tí á Facebook er ein harubólkur, ið nevnist Haruskjóting í Føroyum. Bólkurin hevur 1330 limir. Skjúttarnir boða frá eftir hvønn harutúr. – Eyðun heitir á harumenn í ár at upplýsa eftir hesum frymli: Dato – Hagapartur – (Bygd/Býur) – Tal av monnum – Tal av skotnum harum.
Tað hevur ongantíð verið gjørt nakað serligt við at savna hagtøl um haruskjótingina. – Tískil mugu nøkur hagtøl í frágreiðingunum takast við fyrivarni, skrivar Eyðfinn Magnussen.
Hann hevur gjørt eina roynd at kanna, hvussu stórur harustovnurin mann vera. Í seinastu frágreiðing metti Eyðun, at harustovnurin onkrastaðni millum 20.000 og 25.000 harur.
Áhugin at skjóta haru er stórur millum manna. Í fjør vóru um 1000 mans á haruveiðu.
Nógv annað áhugavert er at lesa í frágreiðingini. Frágreiðingin frá 2013 sæst HER