”Nú einans 12 dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða skrásetta veiðan umleið tann sama sum í fjør.” Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur.
”Nú einans 12 dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða skrásetta veiðan umleið tann sama sum í fjør.” Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur.
Higartil í ár eru 1.460 harur skrásettar at vera skotnar. Hetta er umleið tað sama sum í fjør, men bert ein fjórðing av tí, sum varð skotið í 2014, tá 6.000 harur vóru skotnar fram til 15. desember.
Samlaða túratalið, sum er skrásett higartil í ár, er umleið tað sama sum í fjør. Tá vóru 164 túrar skrásettir fram til 10. desember. Í ár er talið 176 túrar.
Veiðan tað fyrstu vikuna í ár er eisini tann sama sum í fjør. Fyrstu vikuna í ár vórðu 770 harur skotnar á 54 túrum. Fyrstu vikuna í 2014 vórðu 775 harur skotnar á 76 túrum.
Á heimasíðuni “Haran.fo”, ber til at fylgja við, hvussu haruveiðan hevur gingist kring landið.
Ikki øll tølini komin inn enn
Hóast tað higartil bert eru skrásettar av vera skotnar 1.460 harur, er tað samlaða talið helst eitt sindur hægri, tí enn eru ikki øll úrslitini latin inn. Summir harumenn bíða við at lata tølini inn til harutíðin er liðug. Hetta hevur eisini verið vanligt undanfarnu árini.
”Tá vit seinasta ár vóru komin til tann 10. desember, vóru skrásettar íalt 1.436 harur, sum vórðu skotnar á 162 túrum kring landið, men tá endaliga úrslitið var gjørt upp í januar mánaði, vísti tað seg, at tað veruliga talið var einar túsund harur fleiri, tí fram til 10. desember í fjør vóru í skotnar 2.553 harur á 338 túrum,” sigur Eyðfinn Magnussen.
”Helst er tað sama eisini galdandi í ár, so tá hetta haruárið er liðugt tann 31. desember, man tað samlaða talið av skotnum harum í Føroyum fara at liggja um tær 4.000 harurnar, eins og tað var í 2014,” sigur hann.




