Stór pokerkapping er í Barcelona, og millum mongu pokerhávarnar er klaksvíkingurin Hans Andrias (Hassadi) Midjord
Stór pokerkapping er í Barcelona, og millum mongu pokerhávarnar er klaksvíkingurin Hans Andrias (Hassadi) Midjord
Spælir tú poker kanst tú gerast ríkur, øgiliga ríkur. Um dagarnar er stór poker kapping í Barcelona har 1660 luttakarar við stórum vónum hava tjekka, folda og koyrt all-in síðan týsdagin, í vónini at vinna høvuðsvinningin á 1.500.000 euro ella góðar 11 mió kr.
Er tú ikki góður nokk ella snildur nokk ella heldigur nokk, so rýkur tú úr kappingini og nú kappingin gongur á triðja degi er luttakaratali komið niður á 287 og Hassadi er ein teirra, sum framvegis er við í kappingini.
Tað er ikki soleiðis at vinnarin strýkur avstað við øllum, tí frá nummar 247 er ein “in the money” sum tað nevnist í poker-terminologiini. Tann sum gerst nr 247 fær 8.270 euro ella góðar 60.000 kr., og tað merkir at Hassadi hevur góðan møguleika at koma úr Barcelona við fitt av “price-money” sum tað kallast.
Søren Olsen er wing-man hjá Hassadi í Barcelona. Norðlýsið hevur tætt samband við Søren, sum javnan dagførur støðuna hjá Hassadi. Niðanfyri verður seinasta hondin í gjárkvøldið endurgivin.
Hann upplýsir at Hassadi tapti 130k (130.000 chips) i allar siðstu hond i gjár. Hassadi hevdi AK ( Ess Kong) og veddar út preflopp (aðrenn tey trý fyrstu kortini koma niður a borðið), fær eitt kall og restin foldar. Floppið (trý tey fyrstu kortini) er A (ess), 2, 4. Hassadi hevur her topp par við góðum kicker, og veddar ti út aftur. Hin spælarin kallar. Siðan kemur so turn korti (kort 4), sum er 10. Hassadi checkar, tvs ger onki men letur spælið viðari til hin, ið eisini checkar. River (5 og siðsta kortið er eitt 3. Hassadi checkar, og hin spælarin veddar nu uml 50k og Hassadi kallar. Hin visur 5 ir og 6 ir og fekk eina straight a river. Hassadi tapti uml 130.000 chips, men hevur to 132k eftir til dagin i dag, har miðal er 150k.
Norðlýsið fylgir gongdini hjá Hassadi. Á myndini sæst ein avslappaður Hassadi og Søren sigur at Hassadi er eins róligur við poker-borðið.
Kom so Hassadi!
Niðanfyri ber til at fylgja við kappingini beinleiðis, har serliga verður fylgt við høvuðsborðinum.




