Føroya rættur fór fyrrapartin undir eina langa røð av rúsevnismálum, og ein stórur partur av hesum málum snúgva seg um, at fólk hava dyrkað skunkplantur. Tilsamans eru 454 plantur funnar í hesum málunum.
Føroya rættur fór fyrrapartin undir eina langa røð av rúsevnismálum, og ein stórur partur av hesum málum snúgva seg um, at fólk hava dyrkað skunkplantur. Tilsamans eru 454 plantur funnar í hesum málunum.
Fyrrapartin vórðu trý mál viðgjørd. Fleiri mál vóru á skránni, men tveir av teimum ákærdu vóru í Danmark og søgdu seg ikki eiga fyri ferðaseðilin heim. Ein triði hevði júst sakførara.
Ein 46 ára gamal maður og ein 37 ára gamal maður, sum báðir játtaðu seg sekar, greiddu gjølla frá arbeiðsmátanum og høvdu stóra vitan um plantur og laboratoriiútgerðina. Vitanna høvdu teir ognað sær á internetinum.
Tann 47 ára gamli maðurin noktaði, at hann heði ætlað at selt. Hann hevði ongantíð selt, men okkurt hevði hann givið burtur. Hann dyrkaði bara til egna nýtslu. Sum avlamispensjoinistur hevði hann ikki ráð at keypa til stóru nýtslu sína.
Hann kendi seg væl, tá ið hann roykti, hann gjørdist fyltur við kærleika, sum hann oysti út til øll, segði hann. Maðurin hevði ymiskar likamligar trupulleikar, og skunkið gjørdi honum væl.
Helt hondina yvir vinmanninum
Tann 37 ára gamli maðurin er ákærdur saman við einum øðrum manni at hava havt plantasju. Í fyrstuni hevði hann sagt við politiið, at hann hevði einsamallur ábyrgdina, men seinni segði hann politinum, at hann og vinmaðurin, sum búði hjá honum vóru felags um verkið. Hann ætlaði í fyrsta umfari at verja hin mannin, men seinni kom hann eftir, at hetta ikki var rættvíst.
Hann segði seg ikki hava selt nakað. Fyrr hevði hann roykt illa, men nú hevði hann lagt av.
Eina ferð kom sami maður við flogfari úr Danmark. Hann var ikki meira enn komin í lland, tá leyp hassjhundurin á hann. Tollararnir funniu nøkur gramm av amfetamini og hassji í einum sápudunki. Hann átti einki í hesum, segði hann. Hann hevði verið á Roskildefestivalinum, og har mundu sápudunkar vera komnir í bland. Hann hevði heldur ongantíð brúkt hørð evni, segði hann.
Ein 38 ára gamal maður noktaði seg sekan í at hava havt plantsju. Maðurin búði í tvíhúsum, og grannin hevði lykil til hansara hús. Tá ið politiið rannsakaði hus hansara, vórðu nakrar plantur og útgerð, men maðurin segði, at tað má hava verið grannin, sum hevði sett hetta inn. Sjálvur roykti hann ikki skunk.
Eingin dómur í hesum málum varð sagdur í dag.




