Sunnudagin kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta í Christianskirkjuni.
Tað eru 50 ár liðin síðani, at Christianskirkjan bleiv vígd. Hetta hevur verið hátíðarhildið alla vikuna, Sunnudagurin er so kanska tann heilt stóri hátíðardagurin við bæði hátíðargudstænastu kl. 11.00 og stórari konsert um kvøldið.
Hátíðargudstænastan við Jógvan Fríðriksson, biskupi, sunnudagin verður víst í Kringvarpinum seinnapartin.




