Í sambandi við at nýggjur messuakul verður tikin í nýtslu, verður hátíðargudstænasta í Kunoyar kirkju sunnukvøldið 22. juni kl.18.00.
Í sambandi við at nýggjur messuakul verður tikin í nýtslu, verður hátíðargudstænasta í Kunoyar kirkju sunnukvøldið 22. juni kl.18.00.
Leingi hevur verið tosað um, at Kunoyar kirkja átti at ogna sær ein grønan messuakul. Kirkjuráðið heitti á Paulinu Eliasen av Syðradali at standa fyri hesi verkætlan.
Skjøtul var settur á hetta arbeiðið 31.august 2013 í bygdarhúsinum í Kunoy, og kvinnur úr báðum bygdum í oynni hava verið við í arbeiðinum, ið er væl úr hondum greitt.
Jógvan Fríðríksson biskupur og Hanus á Gørðum sóknarprestur taka lut í gudstænastuni. Streingjakórið úr KFUM og K kemur at syngja.
Eftir gudstænastuna verða øll boðin niðan í bygdarhúsið til kaffi og køkur.




