Fríggjadagin vóru eini 100 fólk komin saman á Tavuni í Leirvík í sambandi við at 60 ár vóru liðin síðani Frost (nú Tavan) varð stovnað.
Samtíðis varð hátíðarhildið, at tað í fjør vóru liðin 40 ár síðani Páll Joensen, maskinmeistari, byrjaði á Frost, og at Jógvan Elias Joensen hevur verið knýttur at virkinum í 60 ár. Hann byrjaði sum skrivari, síðani var hann nevndarlimur og nú er hann nevndarformaður.
Norðlýsið fer at gera meira burturúr hátíðarhaldinum í blaðnum fríggjadagin, men her eru nakrar myndir frá tiltakinum.




