Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarhald fyri nýggja flogfarinum

Helgi Abrahamsen

Hóast øll flogferðsla er avlýst fyri veður, so verður hátíðarhaldið fyri nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways kortini sum ætlað.

Hóast øll flogferðsla er avlýst fyri veður, so verður hátíðarhaldið fyri nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways kortini sum ætlað.

Í sambandi við at nýggja Airbus 320 flogfarið hjá Atlantic Airways skuldi lenda fyrstu ferð í Vágum í dag, verður alment hátíðarhald í hangarinum á flogvøllinum klokkan 13. Orsaka av veðrinum kom flogfarið til landið longu í gjárkvøldið.

Á hátíðarhaldinum verða røður, tónleikur og eisini vitja jólamenn, sum hava okkurt gott við til børnini. Møguleiki verður eisini at sleppa umborð at síggja flogfarið.

Undir hátíðarhaldinum verða nøvnini á flogførunum og tyrlunum hjá Atlantic Airways avdúkað.

Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið, sigur Atlantic Airways.

Harleywoodpaint