Leygardagin 30. august 2014 verður hátíðarhald í Skúvoy í samband við, at nýggi Sildberin kemur at røkja leiðina. Um viðrar verður móttøkan niðri í fjøru, har Harry Jensen, bygdaráðsformaður í Skúvoy, Jóhan Dahl, landstýrismaður, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, halda talu.Niðri á fjøru verður okkurt at sløkkja sær tostan við, og seinni verður farið niðan í skúlan til eina góða suppu. Eisini verða kaffi og køkur omaná.
| Leygardagin 30. august 2014 verður hátíðarhald í Skúvoy í samband við, at nýggi Sildberin kemur at røkja leiðina. Um viðrar verður móttøkan niðri í fjøru, har Harry Jensen, bygdaráðsformaður í Skúvoy, Jóhan Dahl, landstýrismaður, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, halda talu. Niðri á fjøru verður okkurt at sløkkja sær tostan við, og seinni verður farið niðan í skúlan til eina góða suppu. Eisini verða kaffi og køkur omaná. Tiltakið byrjar, tá ið leið 101 koyrir úr Tórshavn kl 12:45, Teistin siglir av Gomlurætt kl 13:15, leið 600 koyrir til Sands kl 13:45, og nýggi Sildberin siglir til Skúvoyar kl 14:15. Eftir tiltakið siglir Sildberin aftur til Sands kl 17:05, leið 600 koyrir til Skopun kl 17:35, Teistin siglir kl 18:30, og leið 100 koyrir av Gomlurætt til Havnar kl 19:00. Allir túrar eru eftir galdandi ferðaætlan, og vanligur ferðaseðlaprísur er galdandi á øllum omanfyri nevndu leiðum. Øll eru hjartaliga vælkomin. |




