Snotiliga trappan í Vágsbotni verður tikin í nýtslu í dag.
Men longu dagin fyri nýttu nógv høvið at sita á trappuni í góða veðrinum.
Tað er í dag, at stórt hald verður í Vágsbotni. Øll eru boðin til felags morgunmat nú klokkan 10.00. Havnar Hornorkestur fer at spæla hesa løtuna. Sjálv hátíðarløtan verður klokkan 10.30.
Oman fyri 60 fimleikarar í litríkum klæðum koma síðani av Vaglinum við BUBU á odda. Kim Hansen fer at spæla nøkur løg saman við bólki.
Bjarni Restorff stjórnar Tórshavnar manskóri, sum fer at syngja nakrar sangir. Síðani ber Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram røðu. Tað ger Tróndur Sigurðsson, formaður í býarskipanarnevndini, eisini.
Ævintýrferðin við Búa og Dánjali fara at undirhalda børnini á trappuni, og meðan teir syngja ein felagssang, verða 150 ballónir at síggja á trappuni, nú Tórshavnar kommuna hevur 150 ár á baki sum fólkavald kommuna.
At enda fer bólkurin Punjab at spæla nøkur løg. Øll eru vælkomin í Vágsbotn, nú trappan verður tikin í nýtslu.




