Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarhalda J.H.O. Djurhuus á Reinsaríinum

Tíðindaskriv

Í sambandi við 135 ára føðingardagin hjá J.H.O. Djurhuus skipar Nora Musik fyri hátíðarhaldi, við konsert, fyrilestri og listaframsýning í Tórshavn.

Hósdagin 25. februar kl. 20 konsert í Reinsarínum við yrkingum hjá Janusi Djurhuus og løgum av ymiskum tónasmiðum.

Á skránni vera:

– Kórið Tarira við Jóhannes Andreassen,

– Enekk við Óla á Grindafløtti, klaver og harmonika, Agnar Lamhauge, kontrabass, og Kára Sverrissyni, akk. guitar og sang.

– Stanley Samuelsen solo.

Tað er fríggjadagin tann 26. februar 2016, at 135 ár eru liðin síðan J.H.O. Djurhuus bleiv føddur, og verða eisini onnur tiltøk.

Mikudagin 24. februar kl. 20 er H.N. Jacobsens Bókhandli karmur um fyrilestu við Hanusi Kamban um Janus Djurhuus og hansara lív og virkið. Stanley Samuelsen spælir nakrar sangir við tekstum av Janusi.

Fríggjadagin 26. februar kl. 16 – 18 er fernisering í Smiðjuni í Lítluvík við bólkinum “New York’arnir” við list við íblástrið frá Janus Djurhuus. Listaverkini vera hongd upp av Kára Svensson.

Leygardag 27. februar kl. 11:30 er Matiné í Havnar Kirkju við Stanley Samuelsen og Jón Festirstein, her verða løg til yrkingar hjá Janusi framførd.

Keyp atgongumerki á www.reinsariid.fo