Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarlig konsert við Suð

(Hannefía Joensen)

Vikuskiftið 24. og 25. nov. fer kvinnukórið Suð úr Klaksvík á eina lítla konsertferð í Føroyum

Á konsetrferðini fara tær at framføra 17 satsir úr Messias hjá Hãndel. Talan er um tríggjar konsertir. Tann fyrsta verður leygardagin 24. nov. kl. 16:00 í Vesturkirkjuni í Havnini, tann næsta í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygarkvøldið 24. nov. kl. 19:00 og tann triðja verður sunnukvøldið 25. nov. kl. 21:00 í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Earnest Read hevur útsett kórsatsirnar til tríggjar kvinnurøddir og síðani eru nøkur resitativ og nakrar ariur. Tóra við Keldu, Steinvør Fonn, Unnur S. Fonn, Hallgerð Brim Joensen, Assa Færø og Arnfríð Lutzen vera solistar. Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispælið og Sunniva Østerø verður frásøgukvinna.
Konsertin verður umleið 50 min.

At njóta vøkru tónarnar hjá Hãndel í hábærsligu kirkjum okkara kann vera ein tignarlig og góð byrjan upp á jólini. Konsertin endar við tí kenda satsinum: Helleluja.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tit kunnu lesa meir um Suð á www.sud.fo og á www.myspace.com/sudfo