Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstveðrið heldur fram

Hanus Kjølbro

Fylgissveinamynd frá í morgun. Miðjan í hátrýstinum er í tí bláa økinum ovalaga – vestan fyri strendur Noregs. Køld luft rekur fram við Vesturnoregi og vestureftir. Við leiðirnar kring Føroyar trýstir hon á heita luft komandi sunnaneftir. Tí eru skýggj at síggja um okkara leiðir.

Gott veður í gjár og í dag. Tað verður tað eftir øllum at døma eisini í morgin og restina av vikuni.

Tað er eitt hátrýst norðan fyri okkum, sum stendur fyri hesum góða veðrinum. Úr miðjuni av hátrýstinum streymar luftin til okkara. Rundan um hátýst er veðrið vanliga munandi stillar og róligari enn rundan um eitt lágtrýst. Tað er tað eisini í hesum føri.

Tá ið tað kemur til, hvussu heit luftin er, sum kemur hendavegin, so skulu vit hyggja eftir, hvaðani luftin kemur – í hesum føri hvar miðjan í hátrýstinum er.

Miðjan í hátrýstinum er einar 400 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Har eru sólargeislarnir eitt sindur veikari, enn teir eru í Føroyum. Tí kennist lotið eitt sindur køli.

Næstu dagarnar fer hetta góða hátýst at flyta seg eitt sindur ímóti Føroyum. Veðrið fer tí at vera nokkso líkt, soleiðis sum tað hevur verið í tveir dagar ella so. Ættin fer skifta, so hvørt sum hátrýstið flytur seg eitt sindur.

Í morgin og fríggjadagin verður ættin um eystan, men leygarnátt fer ættin upp í landnyðring. Í vikuskiftinum verður tað ímillum landnyrðing og norðan. Men talan verður ongantíð um nógvan vind – bert eitt lot og har á leið.