Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstveðrið verður liggjandi

Hanus Kjølbro, Sjónám

Føroyar hava ligið í einum hátrýstøki í meiri enn ein viku – lítið vindur hevur verið; vindurin er komin úr mestsum øllum ættum. Hátrýstdepilin hevur ligið beint við Føroyar – tað fer hann framvegis at gera nakrar dagur afturat – luftin er komin í somu ætt í bert stutta á í senn. Tí hava ættirnar ikki skikkað sær júst, sum tær plaga ymsasteðs kring oyggjarnar.

Tað er ikki lætt at spáa neyvt um veðrið næstu dagarnar. Tá hugsi eg um, júst nær ættin skiftir, og nær vindurin fer úr nokkso lítlari ferð og eitt lítið sindur niður ella upp. Ti verður tað ikki gjørt á hesum sinni.

Lættari er at siga, at hátrýstveðrið fer at halda fram í nakrar dagar afturat – ið hvussu so er fram til mikudagin. Veðrið eftir mikudagin sær út til at vera tað sama sum fyrrapartin av vikuni, men best er at lata tað liggja í nakrar dagar afturat, tí óvissan gerst størri, og so skal alt takast við stórum fyrivarni. Ikki tí – øll veðurtíðindi mugu takast við størri ella minni fyrivarni.

Fram til mikudagin fer vindferðin at liggja undir 5 m/s, og ættirnar verða ymiskar (eysturættin fer at vera ofta). Hitin fer at liggja undir teim 10 stigunum – undantikið í støðum í løtum, har tað lívir fyri ættini. Har verður eitt sindur heitari.

Luftin er slavin kring oyggjarnar. Bert eitt ella tvey stig undir mettingarhitanum. Tí kann væntast skýggjað veður fyri tað mesta – fjallatindar fyri tað mesta fjaldir. Aftur her kunnu undantøk væntast í støðum, har ættin í løtum er góð.

Harleyfacadeacryl