Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstveður alla vikuna

Hanus Kjølbro

Tað fer at verða hampuligt veður næstu dagarnar.

Eitt hátrýst fer at leggja seg yvir alt Norska hav, og tað fer at senda luft úr landsynningi til okkara. Talan verður um slavna havluft, sum ornar eitt sindur ávegis til okkara. Hátrýstið fer at liggja nakað norðan fyri Føroyar til mikudagin; tá fer tað at nærkast okkum, vindur fer at minka, og tað verður eitt sindur trupult at siga, hvør ættin fer at vera.

Her er so eitt boð uppá, hvussu veðrið í komandi viku í høvuðsheitum fer at verða:

Mánadag og týsdag: 8 til 12 m/s úr landsynningi. Minkandi seinnapartin týdagin niður í 5 til 10 m/s. Turt báðar dagarnar við sólglottum. Hitin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Mikudagin minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s úr landsynningi seinni landsynningi-suðuri. Turt og sólglottar allan dagin, og hitin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Hósdagin verður lítil og eingin vindur úr ymsum ættum. Turt og sólglottar; hitin tann sami sum hinar dagar: 9 til 12 stig.