Í morgin er tað ein hátrýstryggur, sum gevur okkum gott veður, Hátrýstryggurin liggur í miðjum Norðuratlantshavi. Vindmátarar Landsverks vísa miðalvindin at vera eitt andøvsgul, 6 til 8 m/s, úr lágum vestri. Í skørðum ímillum fjøll er sjálvandi meiri vindur. Tað er turt allastaðni, og hitin liggur um 6 stig.

Hátrýstryggurin fer at liggja í allan dag næstan soleiðis, sum hann liggur í morgun. Ættin fer at at broytast upp ímóti høgum vestri ella útnyrðingi seinni í dag – hetta verður seint seinnapartin. Vindferðin fer ikki at broytast
nakað serligt. Ælaveður verður í dag – serliga seinnapartin. Nú er lýggjari í luftini, so ælingarnir í dag vera við regni – ikki við kava sum farnu dagarnar.
Hitin í dag fer at liggja um 4 til 6 stig.