Telja vit bókstavirnar frá a til h, so var Harvey áttanda veðurskipanin yvir Norðuratlantshavi, sum hevur fingið navn í ár. Arlene, Bret, Cindy, Don og Emily vóru stormar, Franklin, Gert og Harvey vóru ódnir. Irma er eisini ein ódn. Myndin vísur hvønn veg, hesir 9 stormar og ódnir eru farin.
Ódnin Harvey er ikki meiri enn avhæsað, so er næsta ódnin á veg. Irma.
Árstíðin fyri tropskar ódnir er vanliga sett at byrja 1. juni og at enda 30. november. Í ár var tann fyrsta snarandi verðurskipanin – stormurin Arlene – skrásett 20. apríl. Tað er óvanliga tíðliga. Arlene gjørdi ikki landgongd nakrastaðni, og vindurin kring hana fór upp í storm. Trýstið í miðjuni fór niður á 990 hPa.
Síðani slíkir stormar og ódnir eru skrásettar miðskeiðis í 1800 talinum, er tað bert Ana í 2003, sum er byrjað fyrr.
Harvey var tann fyrsta skipanin í ár, sum kom upp í ódnarmegi, og tann fyrsta sum er farin í land í meginlandinum í USA síðan Wilma í 2005. Trýstið í miðjuni var 938 hPa, tá ið tað var lægst, miðalvindurin var umleið 60 m/s kring ódnareygað, og samlaða avfallið í Texas er mett til 1318 mm – t.e. 1,3m3 av regni niður á hvønn fermeturin í eina viku ella so! Til samanberingar regnaði tað í miðal 1284 mm um árið í Havn 1961 – 1990.
Ódnin Irma uppstóð við strondina í Vesturafrika 26. august – t.v.s. fyri 10 døgum síðan. Tann 30. august hevði hon ment seg til storm, og dagin eftir, 31. august, var ódn rundan um miðjuna. Hon er á veg vestureftir, ferðin liggur um 20 km/t, og mikudagin væntast hon at raka ymiskar oyggjar í Karibiahavi.
Tey gera seg til reiðar at taka ímóti.




