Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hattarvík vann togtoganina

Oliver Joensen

Á útoyggjastevnini um vikuskiftið meldaði Fugloyggin tvey lið til, bæði liðini komu í finaluna og liðið av Hattarvík streyk avstað við sigrinum.

 Símin Gullaksen sigur av Hattarvík, at Fugloyggin hevur vunnið togtoganina á Útoyggjastevnunum seks ferðir. Seinastu árini hevur Fugloyggin vunnið tríggja ferðir á rað, ímeðan oyggin fyrr eisini hevur vunnið tríggjar ferðir á rað.

Hesaferð var togtoganin nakað annarleiðis skipað, við tað at Fugloyggin ikki stóð saman um togtoganina hesaferð, men meldaði tvey lið til, annað liðið var av Kirkju og hitt úr Hattarvík. Hini liðini vóru av Kallsoynni, Skúvoynni og úr Svínoy.

Sum sagt, so komu bæði liðini av Fugloy í finaluna og stóri dysturin stóð at enda ímillum Kirkju og Hattarvík. Tað gjørdist Hattarvík, sum streyk avstað við sigrinum.

Oddmar Gullaksen, Eyðun Gullaksen, Ovi Nysted, Birgir Petersen, Símun Gullaksen, Leivur Fuglø, og Hallstein Jacobsen

Myndatakari  Olga Biskupstøð