Toppskjúttin hjá uppflytarunum skoraði í dag sítt fyrsta hattrik í norskum fótbólti.
Fredrikstad hevur tryggjað sær uppflyting, so dysturin móti Sandnes hevði ikki so nógv at siga. Sandnes kom á odda 1-0 og 2-1, men Frederikstad svaraði aftur og vann 3-2. Øll málini skoraði klaksvíkingurin Jóannes Bjartalíð. Harav tvey uppá brotsspark.
Jóannes Bjartalíð hevur nú skorað 11 mál í landskappingini og er toppskjútti hjá liðnum.



