Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hav framsýningin sett – og Torradagarnir byrjaðir

Oliver Joensen

 

Í kjallaranum á mentanarhúsinum í Klaksvík, setti fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, framsýningina.

Frammanundan bjóðaði Ásmundur Guðjónsson frá Nora vælkomin. Hann fegnaðist um hetta átaki, har  í føroyskum høpi tari og skræðan á fiski vóru hugsað brúkt í klædnaídnaðinum. Ásmundur nevndi at við hesum átakinum vóru tríggjar  sokallaðar “Vin-vin” støður. Eitt var, at tá skræða verður nýtt til vinnulig endamál, so hevur tað við sær, at vit fáa meira burturúr fiskatilfeinginum. At fiskivinnan gerst burðardyggari og at tari og skræða kunnu nýtast í klædnaídnaðinum, fer at gera hendan ídnaðin, ið er ein tann mest umhvørvisdálkandi í heiminum, til ein grønari ídnað.

Fiskimálaráðharrin røddi um viðurskiftini kring framsýningina og fegnaðist almikið um, at vinnarin av kappingini gjørdist føroyska Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í Blue Fashion Callenge í kapping við danskan, svenskan og íslendanskan kappingarneyta.

Jógvan Skorðheim  var seinastur á skránni og hugleiddi um ymiskt.

Framsýningin er sera áhugaverd, serstakliga er hugaligt at síggja ymiska tilfarið, sum hevur við havið at gera. Umframt sjálv klæðini, so liggja eisini stoffroyndir, sum fólk kunnu kanna nærri.. Ikki minst eru sera vøkru myndirnar hjá heimskenda fotografinum Tommy Ton úr New York áhugaverdar.

Harleyfacadeacryl