Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava Føroyar loyst frá Norðoyggjum?

Jákup Mikkelsen

Tað er ferð á føroyska búskapinum og búskaparráðið rópar nú varskó. Sagt verður, at íløgur mugu samskipast og raðfestast. Tosað verður um almennan íløgukarm uppá 400 mió kr, umframt kommunala geiran.

Tað er ferð á føroyska búskapinum og búskaparráðið rópar nú varskó. Sagt verður, at íløgur mugu samskipast og raðfestast. Tosað verður um almennan íløgukarm uppá 400 mió kr, umframt kommunala geiran. Serliga í høvuðsstaðnum er búskapurin ovurhonds heitur. Byggiverkætlanir eru helst dupult so dýrar í dag, samanborið við vanligar tíðir, av tí at nógv minni fæst fyri hvørja krónu. Tórshavnar Kommuna arbeiðir við at spreingja Glyvursnes burtur og søkkja tað í Nólsoyarfjørð. Hetta kostar ½ milliard, samstundis sum Føroya besta náttúrhavn kemur at liggja einans 10 km frá Skansanum, tá Skálafjarðatunnilin letur upp. Glasir kemur helst at kostað landskassanum 2-300 mió meira enn upprunaliga ætlað.

Men hvørja ferð onkur íløga skal gerast, sum liggur nakað burtur frá høvuðsstaðnum, fara ávísir politikarar, og ikki minst KVF, at rópa upp um, at búskapurin er ov heitur. Í 2009 samtykt Føroya Løgting at nýggir tunlar skuldu gerast norð um Fjall. Politisk undanstøkking gjørdi at vit ikki komu víðari. Í dag er eingin kreppa, men samtyktin frá 2009 er helst einasta verkætlan sum løgtingið hevur samtykt, sum ongantíð er førd út í lívið. Síðani 2009 er ferðslan gjøgnum hesar tunlar økt 70%. 1600 bilar koyra dagliga gjøgnum hesar aldargomlu, lívshættisligu smogur. Hetta er ein stór landsskomm. Stóra ólukkan kann henda nær sum helst, spurningurin er bara nær tað verður.

Tá Norðoyingar byrjaðu at tosa um fast samband um Leirvíksfjørð var mótstøðan hørð. Táverandi formenn í javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum ávaraðu móti verkætlanini tí hon var ov dýr. Men í veruleikanum spardi landskassin einar 150-200 mió við fasta sambandinum. Landið læt bert 235 mió kr til Norðoyatunnilin. Alternativið til fast samband hevði verið, at dagført ferjusambandið um Leirvíksfjørð. Tað hevði kostað landskassanum 350-400 mió kr, so her spardi landskassin nógvan pening. Men nú berjist sitandi landsstýrið fyri, at fáa hesar 235 mió, sum settar vóru í Norðoyatunnilin, aftur í landskassan.

Tað er sjón fyri søgn, at Norðoyggjar eiga ongan góðan í sitandi stjórn. Hesin parturin av landinum er gloymdur av Tinganesi á útreiðslusíðu landskassans. Men á inntøkusíðuni hevur Tinganes ikki gloymt Norðoyggjar. Her finnast millum bestu aliøki í landinum og ein virkin fiskivinna. Økt loyvisgjøld frá alivinnu og tilfeingisgjøld til landskassan eru trygd fyri, at tann yvirupphitaði búskapurin í høvuðsstaðnum kann gerast uppaftur heitari.

Tað tykist kortini sum um sitandi landsstýrið hóast alt torir at flyta seg burtur frá høvuðsstaðnum, um leitað verður í sunnan. Áðrenn fyrsta skotið er loyst av til Sandoyartunnilin er Henrik Old longu farin víðari til Skúvoy og Suðuroy. Kostnaðurin er 4.000 milliónir. Hetta kemur kanska at binda íløgukarm landsins inntil Henrik Old hevur fylt 88.

Økini Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Árnafjørður osfr, sum hava verið til til at ríkað føroyska útflutningsvirði við heimsins besta laksi, mugu brynja seg við toli. Lívshættisligu tunlarnir frá 1967, sum eru lítið meira enn 2 m breiðir og har meira enn 1600 bilar og bussar koyra um samdøgnið, tykjast ikki at hava nakran áhuga hjá sitandi samgongu. Men at royta vinnulívið í hesum økjum hevur sitandi stjórn ikki gloymt.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður