Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava føroysku peningastovnarnir givið útvaldum viðskiftafólkum atgongd til “inside” vitan?

John William Joensen

Sambært almennu upplýsingunum hava føroyingar tekna seg fyri umleið 15 milliardir krónum í partabrøvum og hetta hevði ikki verið møguligt, um ikki føroysku fíggingarstovnarnir vistu at bankin var yvirteknaður.

Fíggjarserfrøðingur, sum Norðlýsið hevur tosað við, sigur at tað er neyvan ivi um at føroysku fíggingarstovnarnir vistu at Føroya Banki var yvirteknaður.

– Sambært almennu tølunum vóru 6 milliónir partabrøv teknaði í Føroya Banka fyri kurs 189.
– Hetta gevur 1,1 milliard krónur, sum var tað, sum Fíggingargrunnurin fekk fyri at selja 60% av bankanum .
– Men tað er eisini komið fram at bankin var yvirteknaður 26 ferðir og at helvtin av hesi tekning er gjørd í Føroyum.
– Tað vil siga at í Føroyum vóru teknaðar heilar 15 milliardir krónur – pengar sum als ikki eru til í Føroyum.
– Tá ein so kannar einstøku tekningarnar nærri og sær at fleiri íleggjar tekna seg fyri omanfyri 200 milliónir krónir – so er eingin ivi um at hesi hava als ikki átt tílíkan pengin – altso hava tey og fíggingarstovnarnir vita at talan var um eina yvirtekning.

Hvør er lekin
– So kann ein spyrja hvørjir partar hava vita, at Føroya Banki hevur verið yvirteknaður.
– Tað eru strangar reglur um “inside”-vitan og tað er púra greitt at tey sum hava vita um yvirtekningina, á ongan hátt hava havt loyvi til at fortelja hesa vitan víðari.
– Tekningin byrjar tann 11. juni og endar tann 19. juni. Tá tekningin byrjar veit eingin sjálvandi hvat fer at henda, men sum tíðin gongur veit Handilsbankin, sum stendur fyri søluni,  at Føroya Banki er yvirteknaður.
– Tað er tí rættuliga áhugavert at fingið at vita hvussu hesir upplýsingar leka út til føroysku íleggjararnar, sum tann 19. juni hava teknað seg fyri 15 milliardir krónur í partabrøvum – pengar, sum als ikki eru til.

Leikluturin hjá peningastovnum
– Niðurstøðan er tí at greiðar ábendingar eru um, at føroysku fíggingarstovnarnir hava verið vitandi um yvirtekningina av partapeningi og at føroyskir bankar og sparikassar hava givið hesar upplýsingar víðari til viðskiftafólk sum síðan hava yvirtekna partapeningin fleiri ferðir.

Harleywoodpaint