Tað hevur gingið nakað seinni hjá J&K Petersen við spunslingini norðuri í Ánunum, men teir hava tó mót um at vera liðnir við fyrstu útbjóðingina seinast í Juli.
Heri Hammer, býarverkfrøðingur sigur við Norðlýsið, at eftir ætlanin so skuldu J&K Petersen vera liðnir við arbeiði sítt um mánaðarskiftið mai juni, men arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, orsaka av nógvum vindi.
Spunslini, sum verða sligin niður í botnin eru sera stór og tung. Tey eru um 26 metrar long og tá kránin skal lyfta tey upp eftir endanum og tey síðani skulu stýrast upp á pláss, so ber ikki til at gera hetta arbeiðið um vindurin er meira enn 12 metrar um sekundið.
Hetta hevur havt við sær, at teir hava mist einar 48 arbeiðisdagar í vetur, men tað ætla teir at vinna nakað inn aftur av, soleiðis at teir seta nøsina uppímóti at teirra arbeiðið skal vera liðugt seinast í juli mánaða.
Onnur útbjóðing
Tá hetta fyrsta byggistigið er liðugt, er so mikið komið áleiðis, at kajkanturin og rampan eru gjørd og útfylling út ímóti kajkantinum. Eftir er síðani at gera boulverk, fendarar, kantar og festi til skipini, sum skulu liggja har. Eisini skal økið gerast liðugt og innkoyringin skal gerast av nýggjum.
Hetta arbeiðið verður útboðið í nærmastu framtíð og vit vóna at alt arbeiðið við góðshavnini kann vera liðugt í ár.
Tá J&K Petersen vera liðnir, vónandi til Ólavsøku, fara vit at hava lagt ætlanir um, hvussu vit kunnu taka ímóti skipum norðuri í Ánunum ímeðan seinni parturin av arbeiðinum verður gjørt.
Hvussu akkurat hetta skal gerast liggur ikki fast enn, men vit fara at kalla inn til fundar um hetta so skjótt tað ber til.
Politiskt er semja um, at góðshavnin uttan arbeiðisslit skal gerast liðug nú, eisini allar tekniskar installatiónir og tað er alt hetta arbeiðið, sum vit rokna við og vóna skal vera liðugt í hesum árinum.




