Jógvan Skorheim: ”Býráðslimir mugu sjálvir taka støðu til, um borgarstjórin kann vera løgtingsmaður.”Tummas Lervig: ”Eg mátt atkvøða ímóti míni sannføring.”
Jógvan Skorheim: ”Býráðslimir mugu sjálvir taka støðu til, um borgarstjórin kann vera løgtingsmaður.”
Tummas Lervig: ”Eg mátt atkvøða ímóti míni sannføring.”
Klaksvíkar býráð samtykti í farnu viku, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, skal hava loyvi at røkja løgtingssessin umframt at vera borgarstjóri. Í samrøðu við Norðlýsið á R7, fríggjadagin, segði Jógvan Skorheim, at hann hevði ikki frammanundan tryggjað sær undirtøku fyri, at hann kundi røkja báðar sessirnar.
”Eg haldi at tað er eitt mál, sum býráðslimir mugu taka støðu til sjálvir,” segði hann.
Men í samrøðu við Dag og Viku í gjárkvøldið segði Tummas Lervig, býráðslimur, at hann hevði atkvøtt ímóti síni sannføring í nevnda máli, tí ”tað er so nógv í politikki”, sum hann tók til.
Og síðani segði sjónvarpsmaðurin: ”Og tað sum millum annað er í politikki er, at treytin at skipa samgongu við Nýtt Sjálvstýri var, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim, slapp eisini at vera løgtingsmaður.”
Hetta gevur eina ábending um, at Jógvan Skorheim og Tummas Lervig hava hvør sína uppfatan av semjuni teirra millum. Tað skal tó sigast, at í innslagnum í Degi og Viku var tað bara sjónvarpsmaðurin og ikki Tummas Lervig sjálvur, sum hoyrdist siga, at treytin fyri at skipa samgongu við Nýtt Sjálvstýri var, at borgarstjórin slapp at vera løgtingsmaður.




