Fyri løtu síðan mistu teir grindina úr eygsjón. Grindin kavaði eftir at ein bólkur av springarum kom uppí, men nú verður leitað. Um ein tíma ferð at reka suður so verður grindin funnin aftur er sannlíkt at hon verður rikin á Gøtuvík ella Klaksvík um rakstur fæst á grindina. Bátar eru á veg til grindina
Kl 11: 32 Fyri løtu síðan mistu teir grindina úr eygsjón. Grindin kavaði eftir at ein bólkur av springarum kom uppí, men nú verður leitað. Um ein tíma ferð at reka suður so verður grindin funnin aftur er sannlíkt at hon verður rikin á Gøtuvík ella Klaksvík um rakstur fæst á grindina. Bátar eru á veg til grindina
KL. 11:04 Teir umborð á glastrevjabátinum, Birgir, sum liggur hjá eini grind út fyri Svínoyarvík staðfesta at tað legst afturat grindabólkinum sum eru um einar 50 hval. Fyri lítlari løtu síðan kom ein bólkur av springarum upp í grindina. Hon er stødd einar 4 fjóðringar úr Eysturhøvda og hevur hug at flyta seg spakuliga longur eystur.
Birgi úr Klaksvík, sum fann grindina er mannaður av brøðrunum Johan David og Oliver Joensen.
Kl 10:30 Sýslumaðurin váttar at ein grind er umleið tríggjar fjórðringar úr Eysturhødda á Svínoynni. Glastrevjarbáturin Birgir fann grindina og Brimil er eisini í økinum. Mett verður at bólkurin telur eini 50 hval




