Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava ongar ítøkiligar ætlanir at seta upp vindmyllur

John William Joensen

Í heyst segði Magni Laksáfoss, stjóri í VITorka, í samrøðu við Kringvarpið, at arbeitt verður við at seta upp vindmyllur upp á Borðoynni at hita hús í Klaksvík, men Jógvan Skorheim borgarstjóri sigur at enn eru hesar ætlanir ikki serliga ítøkiligar.

Í heyst segði Magni Laksafoss, stjóri í VITorka, í samrøðu við Kringvarpið, at arbeitt verður við at seta upp vindmyllur upp á Borðoynni at hita hús í Klaksvík, men Jógvan Skorheim borgarstjóri sigur at enn eru hesar ætlanir ikki serliga ítøkiligar.

– Tað er rætt at tað hevur verið frammi í miðlunum at Klaksvíkar Kommuna arbeiðir í samstarvið við VITorku um at seta vindmyllur upp sunnan fyri Gásfelli sum er omanfyri Skúvadal og sum skilst var talan fýra til sjey vindmyllur.

– Men hetta málið er ikki komið serliga langt tí fyrst er ætlanin at fáa Landsverk at gera vindmátingar í økinum og so leingið sum tað ikki er gjørt verður ikki meira gjørt í hesum málinum. Harafturat er kommunan limur í SEV og vit hava sum kommuna ongar tekniskar førleikar at meta um slíkar ætlanir. Harafturat arbeiða vit í kommununi sjálvi við eini ætlan at fáa sjóhita til økið í miðbýnum við serligum atliti til nýbygging sum skal verða í miðbýnum. Síðani er ætlanin at fara víðari har vit samantvinna skúlarnar, ítróttar- og svimjuhallirnar við sjóhita skipanina, einaferð í framtíðini, men í løtuni er hetta bert á einum kanningarstigi.