Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava stolið kring um í landinum

John William Joensen

Prísurin á gomlum jarni hevur verið høgur leingi, og hetta hevur eftir øllum døma gjørt at nakrir klaksvíkingar í dag eru ákærdir fyri søguliga frekan stuldur.

Sambært tí, sum Norðlýsið hevur fingið upplýst frá fólki, sum hava verið úti fyri stuldri, fáa málini sjálvt kendu tjóvarnir “Bjørnebanden” og “Sorte Per” úr Andeby, at blikna. 
Stolið hevur ikki bert verið kring um í Klaksvik, men teir dagarnar tá frítt hevur verið at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin hava tjóvarnir koyrt pendulfart tvørtur um Leirvíksfjørð. 

Hava verið víða 
Stálrammir til ein fiskalinju til russarafisk, sum stóð uttan fyri Baccalao í Tórshavn, frystibakkar hjá trolaranum Rán, sum lógu á bryggjuni vóru hapsaði á nátt og flutt norður til Klaksvíkar. 
Eisini ein stór skrúva hjá stórum trolara, har hvørt skrúvublaði var úr reinum messing var eisini horvin og var á veg av landinum, tá gerningsmennirnir vóru steðgaðir. 
At talan ikki er um smámál er sjón fyri søgn, tí taka vit eitt nú áðurnevndu skrúvu, so vóru bløðini verd umleið eina millión krónur stykkið. 

Gerningsmenninir hava sitið varðhaldsfongslaðir og hetta undirstrikar eisini álvaran av málunum, tí tað er ikki vanligt at menn sita fongslaðir fyri stuldur. 
Rættarfundur hevur verið, men ákærin kravdi at fundurin skuldi vera fyri stongdum hurður og tí ber ikki til at fáa nakað at vita frá løgregluni. 

Men sum vit skilja so eru mennirnir leyslætnir eftir rættarfundin og tað er tekin um at kanningarnar hjá løgregluni nærkast endanum. Sum Norðlýsið skilir so hava húsránsóknir verið ymsastaðni í Klaksvík og allir sum hava við gamalt jarn at gera eru avhoyrdir av politinum. 

Nú kundi vera nokk 
Ein handilsmaður í Klaksvík sigur at talan er um somu persónar sum í mong harrans ár hava stolið í Klaksvík. 
– Í okkara føri vóru vit uppringd av fólki sum høvdu borið eygað við mennirnar uttan fyri handilshúsini. Vit fingu so løgregluna við okkum eftir monnunum, og tað vísti seg at teir høvdu stolið. 
– Tað er sera gott at fólk siga frá tá tey síggja okkurt, men trupuleikin í Klaksvík er at eingin vil standa fram og melda. 
– Hetta ger tað trupult hjá politinum at arbeiða og sostatt hava hesir menninir stolið í fleiri ár hóast øll hava verið vitandi um hetta. 
– Handilsmenn og fólk annars hava sligið seg til táls við at fingið vørurnar aftur, tá tey hava varnast at okkurt er stolið. 

Nógvur peningur 
Sum Norðlýsið skilir er talan um stórar pengaupphæddir sum eru fluttar av landinum sum gamalt jarn. Men enn hevur ikki eydnast at fingið fatur á Lindu Hesselberg, sum í hesum málinum er ákæri hjá Løgregluni.