Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hava sungið saman í 55 ár

kvf.fo

Kvartettin í Betesda sang fyri fyrstu ferð í 1968 og er framvegis virkin.

Kvartettin í Betesda varð stovnað til eina nýggjársveitslu í Betesda í 1968. Teir sum mannaðu kvartettina tá vóru Árni Jacobsen, Ólavur Jøkladal, Gerhard Tróndheim og Jóannes á Váli.

Tá ið Ólavur og Jóannes fluttu úr Klaksvík, komu Oddmar Marsten og Steinbjørn O. Jacobsen í teirra stað. Seinni kom Sámal Johannesen eisini upp í. Gerhard, Oddmar, Steinbjørn og Sámal syngja enn saman, og hóast miðalaldurin á teimum nú er 77 ár, so hava teir ongar ætlanir um at gevast.

– Vit hava stóra gleði av hvørjum øðrum, eisini tí vit eru so ymiskir. Vit flenna og práta saman um okkara umstøður.

Tað eru teir allir samdir um.

Morgunsendingin hitti kvartettina til eitt longri prát.

Hoyr sendingina her.