Í tveimum síðum í vikuskiftissosialinum verður fosturtøkuspurningurin viðgjørdur, men bert einaferðverður høvuðspersónurin, hann sum bøtur við
lívinum um fosturtøka verður gjørd, nevndur.
Blaðfólk, læknar og enntá hægsti maður landsins,
løgmaður, tykjast ikki vita, at mitt í tí drama, sum
fosturtøkan er, liggur eitt lítið barn. Ein komandi
føroyingur liggur hjálparleysur og bíðar eftir dómi
teirra " vísu"- man eg fáa loyvi at liva? Verður mær
unt atgongd til tær Føroyar, sum móður, pápi,
systkin, løgmaður og læknin fingu loyvi at
verða borin í. Ella munnu hesi vísu fara at loysa sosialu
trupulleikarnar hjá mammu/foreldrum mínum við at ofra meg?
Fer læknin at leggja til rættis loysn á tí trupulleika, sum dreiv mammu/
foreldur míni til hansara? Fer hann at fáa til vega ta
hjálpina, teimum tørvar, so eg verði føddur. Ella
man hann, sum læknin í sosialinum, fara at viðgera meg sum ein
avgreiðsluspurning og við undirskrift sínari døma meg
í deyðan?
Eru Føroyar ikki eitt rættartrygt samfelag, eitt
samfelag, har øll kunnu kenna seg trygg. Ella eri eg sum
fostur útilokað frá teim lógum, sum verja øll
hini? Kann eg við einfaldari undirskrift frá læknum
dømast til deyða, uttan rættargongd og uttan at hava
gjørt nakað skeivt? Ella er tað, at ynskja sær
lívið, vorðið eitt brotsverk?
Hví nevna tey meg ikki í greinini í Sosialinum- uttan bert hin eini,
sum púra rætt vísir á, at eg jú eri ein
framtíðar føringur. Hví nevnir løgmaður meg ikki, ella
læknarnir ella blaðkvinnan. Hví tosa tey um mammu uttan
at nevna meg. Eg eri jú her, um tit vilja kunnu tit hoyra hjarta mítt
sláa. Beint nú spæli eg í tí trygga
umhvørvinum Gud hevur givið mær, vaksi meg
sterkari fyri hvønn dag og gleði meg at síggja tykkum.
Ein størri bústað, ein tíðaravmarkaðan
fíggjarligan ella persónliga stuðul, læknaliga ella
aðra hjálp- tað er tað einasta mammu, pápa og
mær tørva. Men tit bjóða mær deyðan? Hvat
hugsa tit fyri tykkum? Hvat um mamma tykkara, pápi tykkara
ella hann, sum var løgmaður, tá tit vórðu fødd,
hugsaði sum tit? Hvar vóru tit so í dag?
Eru Føroyar ikki millum ríkastu tjóðir í heiminum?
Svarið heimskenda móður Theresa gevur er nei. Hon metti vesturheimin vera heimsins fátækasta øki og um fosturtøku segði hon m.a.:
tryggasta stað barnsins átti at verði í lívi móður sínar. Hjá
tykkum er tað vorðið tað vandamiklasta. Tað er av sonnum fátæksligt!
Jenis av Rana




