Tað er ein spurningur, ið Niviaq Korneliussen javnan fær, tá ið hon snakkar um Grønland við aðrar danskarar. Niviaq heldur at danskarar eisini eiga at taka seg saman og taka ríkisfelagsskapin í álvara.
Tað er ein spurningur, ið Niviaq Korneliussen javnan fær, tá ið hon snakkar um Grønland við aðrar danskarar. Niviaq heldur at danskarar eisini eiga at taka seg saman og taka ríkisfelagsskapin í álvara.
Danial Viðoy
FYRR Í DAG: Unga ættarliðið vil samstarva heldur enn at loysa
– Tá ið eg spyrji danir um, hvat fyri hugmynd teir hava um Grønland, svara teir: træsmáttur og hugnaligar gøtur. Og so verður viðhvørt lagt afturat, um vit hava internet í Grønlandi, sigur Niviaq Korneliussen.
– Tað harmar meg, at donsku vinfólkini vita so lítið um Grønland. Hetta er eisini ein partur av ríkisfelagsskapinum hjá teimum, ikki bara hjá mær og øðrum grønlendarum, leggur Niviaq Korneliussen dent á.
– Eisini siga danskarar tíðum, at grønland er á tremur við bumsum, at grønlend er ein alkoholtrupulleiki. Hetta siga tey, uttan at vita, hvussu tað heila hongur saman. Danskarar síggja nakrar grønlendskar bumsar á Christianshavn og døma alt Grønland eftir tí. Tað er ikki nøktandi.
– Tó so, eg skal ikki vera blind, eg veit at Grønland hevur lutfalsliga stórar alkoholtrupulleikar. Men tað harmar meg, at Grønland verður dømt eftir teimum bumsunum, ið hava sína dagligu gongd á Christianshavn og í Danmark annars.
Tað er á ein hátt ikki undarligt, at danskarar vita so lítið um hini londini í ríkisfelagsskapinum, Grønland og Føroyar. Hugsa vit um danska fólkaskúlan, er tað sera trupult hjá lærarum at finna undirvísingartilfar um Grønland og Føroyar. Tað manglar nevniliga undirvísingartilfar um ríkisfelagsskapin. – Tað er her at danir burdu byrja, at fingið sína vitan um Grønland og Føroyar.




