Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava tit nakrantíð hugsa….

John William Joensen

Ja, ja, nú skal HANN – heldur onkur – nú hevur hann hugsa – og so skal hann sjálvandi siga øllum frá tí, at tær fáu heilacellurnar eru farnar í sving.

Men hava tit nakrantíð hugsa um, hvussu deiligt og socialt tað er, eitt nú at hyggja at einum fótbóltsdysti.

Óiva er tað tað sama galdandi í øðrum ítróttargreinum – haldi meg minnast okkurt tílíkt í svimjing, fyri umleið 20 árum síðan.

Nú havi eg ikki áhuga í flogbólti – hondbólti, osv, men tað er óiva tað sama galdandi har.

Tað eg her hugsi um er, at vit verða øll “javngomul”, tá ið vit hyggja at einum fótbóltsdysti.

Abbasonurin, ið er 4 ár, hevur sama áhugamál, sum syskin, pápin, mamman, abbin – og kanska langabbin, hóast hann t.d. er 84-ára gamal.

Vit blíva øll líka “býtt” – tað einasta tað snýr seg um er , at vit fáa mál – og vinna. Og her hevur aldurin onki at siga.
Vit verða øll líka glað – og líka kedd, tá ið tað um okkar lið tað ræður.

Og meðan dysturin verður leiktur – eru vit øll “javngomul”. Tann lítli pilturin rópar – og er líka áhugaður og spentur , sum tann gamli.

Deiligt. Praktfult, at verða “javngamal” við øll eina løtu.
Og aftaná dyst eru vit øll líka glað – og líka kedd – óansett aldur.

Hettar er tað mest praktfulla sociala tiltak, ið finst.
Bert nakrir fáir tankar, nú heilacellurnar fóru í gongd eina løtu.

PS,. Vil tó viðganga, at tað kann verða nokk so strævi viðhvørt at halda við KÍ og Liverpool.

Vinarligast
Jógvan E. Ósá