Tað hevði arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hug at minna okkum á, nú hann legði fram uppskotið um nýggjan miðbý í Klaksvík og ætlaðu íbúðarbyggingina í tí sambandinum.
Í framløgu síni vísti Ósbjørn Jacobsen eina mynd av Klaksvík frá onkuntíð tíðliga í 20. øld, har vit sóu tøttu byggingina á Uppsølunum, á Hæddini, í Gerðum, ja, býlingarnar tá. Hann samanbar við eini loftmynd frá íbúðarøki í Klaksvík ídag, har ongi tún í veruleikanum vóru, bert ferðsluæðrar, sethús og hávar.
Nú lunnar eru lagdir fyri bygging av miðbýnum, hava arkitektarnir tikið við, at vit skulu gera miðbýin fjálgari við tættbygdum øki, soleiðis at tað fer at bera til at hava fleiri aktivitetir úti hóast veðrið, við øðrum orðum skulu vit skapa lívd í miðbýnum og ansa eftir at miðbýurin eisini verður livandi, við tað at fólk eisini búgva har.
Nógvir spurningar vóru uppi og vendu á framløguni í býráðshúsunu ídag. Millum annar varð sagt, at bygingin, sum Búðstaðir nú fór at standa fyri, skuldi gera íbúðarmynstrið í Klaksvík meiri fjøltáttað, og at hetta skuldi hjálpa teim ungu til lættari at fáa tak yvir høvdið. Tó væntaði onkur, at tað kanska eisini vóru eldri fólk, sum fóru at hava áhuga fyri hesum, og at vit ístaðin fóru at fáa fleiri eldri hús á sølulista komandi tíðina.
Átakið sum Bústaðir og býráðið eru farin undir við hesum nýggja projektinum er sera áhugavert og tiltrongt. Tað er ongin ivi um, at tað er sera tungt hjá ungum fólki, ið hava verið undir útbúgving at skula byggja sær sethús fyri tvær milliónir ella meira. Bankafólk, vit tosaðu við í býráðshøllini hildu, at tað bar illa til at byggja einfamiljusethús í Klaksvík ídag fyri undir 2 milliónir krónur.




