Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havi hug at biðja teir taka fremstafingur

Oliver Joensen

38 ára gamli Hjalmar Joensen, útróðrarmaður fekk stóran skaða umborð á útróðrarbáti sínum, Bjørgvin og nú er útlit til at hann ikki fær eina krónu at liva fyri 12 tær næstu vikurnar, hóast teir hava goldið vanlukkutrygging í nógv nógv ár.

Hjálmar Joensen og bróðurin Høgni vóru á útiróðri fríggjadagin 17. februar við Bjørgvin. Bjørgvin er ein glastrevjabátur bygdur í Íslandi og er 39 føtur til støddar.

Stakk meg sjálvan

Tá teir skulu leggja á at draga, kemur Hjálmar at stinga seg í hondina við einum knívi. Knívin hevur hann í høgru hond, og tá óhappið hendir, gleppur knívurin av einum enda, sum hann skal kubba, og Hjálmar rakar seg sjálvan sera meint í fremsta fingur.

Eg fekk ógvuliga ilt í fingurin tá knívurin rakti. Tó, eg helt, at tað bara var tíð at knívurin hevði rakt á bein, tá plagar tað at vera ógvuliga sárt.

Dró sjálvur 10 stampar

Vit løgdu so á at draga. Eg dró einar 10 stampar, men pínan var so ótrúliga sterk, at eg mátti gevast. Tað var ikki ráðiligt at gevast at draga. Vit vóru einar 8-9 fjórðingar norður úr nakkinum. Tað var ikki av besta veðrið, nakað rák eisini og veðurmenninir søgdu frá nógvum landnyrðingi, so ráðiligt var ikki at seta boyu á og sigla til lands, tí tá hevði verið stórur vandi fyri at vit mistu reiðskapin.

Arbeiddi líka til kvøldið eftir

Óhappið hendir beint eftir midnáttarleitið 17. februar. Sum sagt so helt eg hetta ikki vera so ringt, hóast ógvusliga pínu í fingrinum. Vit vóru aftur á Klaksvík um fimm tíðina seinnapartin og eg hjálpi til at rigga av, at fáa fiskin upp, fekk línuna upp á land og tílíkt og so fóru vit at taka ís, tí vit ætlaðu at fara avstað aftur um kvøldið sama dag.

Eg hevði ikki so nógva pínu nú og helt væl til standa, men fingurin var stívur og eg merkti at eg hevði ongi følilsir í honum. So fáið eg boð um at eg skal fara á skaðastovuna áðrenn vit fara avstað aftur. Sjálvur eri eg formaður umborð á Bjørgvin og tað eru bert er og bróður, ið mynda manningina, so hetta kom ikki væl við.

Spengur og nervar skorðin av

Á skaðastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hyggur læknin at fingrinum. Hann sær eitt sindur ivasamur út, og sigur, at eg helst havi skorið eitthvørt av. Hann ringir so á Landssjúkrahúsið og hagani fáa vit boð um, at eg skal á skaðastovuna við tað sama. Har bleiv eg so innlagdur og lagdur undir skurð dagin eftir. Tey søgdu fyri mær, at eg hevði skorið spengur og nervar av. Læknin hevði tí skoytt spengur og nervar í fingrinum saman aftur.

Á Landssjúkrahúsinum fáið eg at vita, at eg bleiv sjúkrameldaður í 12 vikur. Eg kom til hús mánakvøldi og týskvøldið fekk eg bræv frá almannaverkinum um sjúkrameldingina. Av tí at vit eru vanlukkutryggjaðir og vit hava goldið vanlukkutrygging við hesum bátinum í 15 ár, meldaði eg skaðan til tryggingina. Lógin sigur jú, at vit skulu hava menninar tryggjaðar.

Ikki ein króna at heinta

So var at fylla pappír út. Orsakað av at vit hava eitt smápartafelag, ið eigur bátin, so skal onkur standa sum stjóri. Tann luturin er so fallin á meg, men eg havi ongantíð tikið mær nakra stjóraløn, eg havi snøgt sagt bara verið stjóri av eiti. Men tað var bums nei frá Almannaverkinum, tú ert sjálvstøðugur vinnurekandi, so tú hevur ikki rætt til dagpengar. Frá Vanlukkutryggingini var svarið í veruleikanum tað sama. Teir gjalda ikki um so er at almannaverkið ikki betalir og orsøkin er, at eg eri sjálvstøðugur vinnurekandi og stjóri, so siga teir at báturin skal gjalda. Men vit eru bert tveir mans umborð, so báturin liggur og siglir onga krónu inn, um so er at eg ikki eri við.

Í trygdargrunninum fyri sjófólk er sogan júst hin sama. Allir sjómenn hava møguleika at fáa úr Trygdargrunninum – uttan útróðrarmenn.

Støða mín er álvarslig

Støðan hjá mær er nú hættislig. Sum nú er, so standi eg fyri at vera sjúkrameldaður í 12 vikur fyrst og tá er møguleiki fyri at vera enn longur sjúkrameldaður.

Hetta fer ikki at bera til. Eg kann ikki ganga tríggjar til seks mánaðir uttan at fáa nakra krónu í inntøku, so eg má bara fara aftur til útróðrar við “bardun” á hvørjum fingri.

Hetta er syndarliga støðan, sum samfelag okkara bjóðar útróðrarmonnum. Hvar fór visión 2015 sum segði at Føroyar skuldi vera besta stað á jørð at búgva í? Nú í 2017 er hetta støðan hjá einum útróðrarformanni á einum lítlum útróðrarbáti, tá vanlukkan er úti, er eingin hjálp at heinta.

Eg eri farin at hugsa um at biðja læknarnar bara taka fremstafingur, soleiðis at eg kann sleppa víðari í lívinum.

Harleywoodpaint