Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havi hug at royna okkurt nýtt

John William Joensen

sigur stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, sum fyri løtu síðani boðaði alment frá, at hann sigur seg frá sum stjóri pr. 1. januar 2007.

Andras Róin hevur verið ímyndin av einum modernaðum ungum føroyskum stjóra.
Tað er næstan siðvenja at stjórar í stórum føroyskum feløgum sita til teir fara frá fyri aldur, men eisini her vísir Andras Róin seg at vera ein undangongumaður, sum sjálvur hevur tikið stig til at siga seg úr stjórastarvinum.

–  Hetta er ikki einans nýtt fyri almenningin, men eisini fyri nevdina og starvsfólkini hjá Føroya Tele.

– Eg havi hugsað um hetta í eina tíð. Sjálvur eri eg nú 45 ára gamal og havi verið stjóri hjá Føroya Tele í 11 ár.

– Skal eg royna nakað annað so var tíðin komin at siga farvæl til Føroya Tele.

Sorgblíðni
Tað var ein sorgblíður stjóri, sum vit hittu í morgun og hann sigur at tíðin, sum stjóri fyri Føroya Tele, hevur avgjørt verið spennandi.

– Tað er sjálvandi við sorgblíðni at eg leggi frá mær. Eg havi havt eitt gott samstarv her í felagnum bæði við nevndina og starvsfolkini og tað hava alla tíðina verið stórar avbjóðingar.

– Men hóast hetta so haldi eg at tíðin er komin til at royna aðrar leiðir og so kann ein komandi leiðsla taka sær av at leiða felagið víðari.

Andras Róin hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar og sambært honum hevur nevndin ikki enn havt møguleika til at funnið ein avloysara.