Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnafólk á ungdómstingi

Oliver Joensen

Í farnu viku skipaði løgtingið fyri ungdómstingi, har skúlaflokkar úr øllum landinum høvdu møguleika at vera við. Men teir vóru ikki við – altso ikki teir av bygd. Ein flokkur kom úr Vági og hinir høvdu allir heimstað innanfyri eingjargarðarnar í Tórshavnar kommunu.

Ungdómurin er framtíðin verður mangan sagt, so kanska avspeglar hetta politiska framtíðarveruleikan, um Føroyar sum eittans valøki framhaldandi skal galda.

Málini sum vóru viðgjørd avspeglaðu eisini, at talan var í stóran mun um tað, sum fólkið í høvuðsstaðnum heldur hava týdning:

Rúsdrekka skal í handlarnar, eins og heilsølumaðurin í vinnumálum heldur. Frí fosturtøka skal verða loyvd, og skúlin skal hava færri undirvísingartímar í kristni og fleir í átrúnaði og heimsspeki. Valrættaraldurin skal lækka, og 61,5 milliónir krónur skulu brúkast til eina høll til frælsan ítrótt – og hon skal sjálvandi byggjast í Havn. Skulu 40% av føroyska fólkinum í millumeturdemokratinum hava avgerðarrættin?

Einki uppskot var um tað, sum vit skulu liva av. Eingin áhugi var fyri tí stríði og strevi, sum fólk aðrastaðni í landinum mugu liva við hvønn dag. Men hvussu skal tað vera? Tað er als ikki bara ungdómurin sum hugsar soleiðis. Fleiri av uppskotunum, ið vórðu løgd fyri ungdómstingið kundu verið tikin beinleiðis úr valskráunum, sum vit sóu í heyst, og okkurt er eisini á veg í “tað ordiliga løgtingið”.

Soleiðis sum ungdómurin er, soleiðis verður framtíðin. Áhugin fyri politikki miðsavnast í Havn og mál sum hava týdning fyri útjaðaran hava lítlan og ongan áhuga innanfyri tann fúnaða klædningin á tinghúsinum.

At løgtingið skipar fyri ungdómstingi er í sær sjálvum gott, men tað er samtíðis ræðandi at síggja, hvussu politiska mynstrið í Føroyum er við at broytast, ikki bara millum ungdómin.

Løgtingsformaðurin endaði ungdómstingið við orðunum: “Túsund tøkk fyri tveir deiligar dagar. Vónandi síggjast vit aftur eina ella aðra ferð.”

Soleiðis sum ungdómurin er, soleiðis verður framtíðin – og hesaferð var “Framtíðin” ikki í Vági. Men hetta verður helst veruleikin nøkur ár afturat við Føroyum sum einum valdømi.

Norðlýsið