Klaksvíkin hevur altíð verið millum tey fremstu, tá tað kemur til vinnuna, og serliga fiskivinnuna. Ein sterk vinna, er eisini grundarlagið undir einum ríkum sosiallívið á landi. Tískil er tað týdningarmikið fyri eina kommunu við einum ríkum vinnulívið, at hon framhaldandi tryggjar karmarnir, ið hon virkar best í.
Seinastu 4 árini hevur ikki verið nógv gjørt innan vinnu- og havnaøkið. Samstundis, sum vit síggja onnur aðrastaðni fara undir stórar verkætlanir innan havnaøkið, so er onki hent her í býnum. Tað er snøgt sagt ikki gott nokk fyri fiskivinnuhøvuðsstaðin í Føroyum, og má ein hægri raðfesting til á økinum.
Norðhavnin útbyggjast
Tað hevur verið gleðiligt at sæð ágóðan, ið kommunan hevur havt av Norðhavnini. Vit kunnu í dag taka ímóti størri og fleiri skipum, og hevur tað elvt til økt virksemi á havnaøkinum. Men tíðin er komin til, at vit hyggja frameftir og økja um hesi virksemi.
Veðurlagsbroytingar í artiska økinum fer at fremja eina økta skipaferðslu um land okkara. Tá skulu vit sjálvandi vera klár at taka ímóti skipum, ið koma við sínum ymsu ørindum inn á Klaksvíkina. Ein útbygging av Norðhavnini kann skapa møguleikar fyri, at fleiri og størri skip kunnu leggja at her. Vil tað so vera farma-, fiski- ella ferðamannaskip, so skulu vit vera til reiðar at taka ímóti teimum. Hetta gevur ikki bert kommunu okkara meir í havnagjaldi, men eisini dryppar tað á handils- og tænastuvinnu í býnum, tá ymisk ørindir ella arbeiðir skulu gerast.
Um áhugi er fyri tí, so skulu vit avgjørt kanna møguleikan fyri, at fáa frystitunlar í Ánunum. Ein tílíkur tunnil kann geva eitt nógv størri goymslupláss fyri tað tilfeingi, ið kemur á bryggjukantin. Eisini kann eitt slíkt arbeiði geva grót, ið eisini er tiltrongt.
Hyggja vit aðrastaðni innan havnaøkið, so eru tað eisini økir, ið hava brúk fyri dagføring. Á Kósabryggjuni mugu vit eisini hyggja frameftir, og kann ein útbygging norðeftir leggja lunnar undir økt virksemi har. Eisini treingja bátabrúgvarnar til at dagførast, og eigur at gerast pláss fyri meir bátum har.
Fíggjarlig avbjóðing við verandi politisku kós
Um vit sum kommuna skulu røkja allar tænastur, ið vit hava at bjóða borgarunum, so er tað týdingarmikið við einum sterkum vinnulívið, ið gevur sítt avkast til kommunukassan. Tískil er tað sera týdningarmikið við tryggum kørmum fyri vinnulívið. Serliga nú, tá fiskivinnan – ið er hornasteinurin undir Klaksvíkar kommunu – verður sogin fyri inntøkur frá verandi samgongu. Hetta fer at merkjast á kommunukassanum, ið fer at missa inntøkur beinleiðis av projektinum hjá verandi samgongu. Samstundis síggja vit valevni til kommunuvalið umboðandi somu flokkar – sum gjøgnum uppboðssøluna skerja ein stóran part av inntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu – lova gull og grønar skógir til valið. Men hvør skal gjalda?
Vinnan er grundarlagið fyri, at vit kunnu veita tær tænastur vit hava í kommununi. Tískil er tað týdningarmikið, at vit fáa sterkar røddir í býráðið, ið vilja tala at projektinum, ið núverandi landsstjórn ætlar at føra við okkara høvuðsvinnu.
Tí áminni eg teg, kæri veljari, at minnast til at velja ein flokk, ið ynskir at verja okkum ímóti áganginum, og har eru eg og Fólkaflokkurin eitt trygt val.
Beinir Johannesen
Valevni Fólkafloksins




