icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnar Fimleikafelag gjørdist stóri vinnarin til FM í amboðsfimleiki

Danial Viðoy

Havnar Fimleikafelag fekk allar føroyameistararnar í øllum amboðum samanlagt (all-around).

FM í amboðsfimleikifyri tey eldru var í Fimi 30. apríl og 1. mai 2016.

Á kvinnusíðuni vóru bólkarnir kvinnur, kvinnuunglingar og gentur, meðan tað á manssíðuni vóru menn, mansunglingar og dreingir ið kappaðust.

Leinkja til tíðindi har úrslitini kunnu lesast

Kappast var um hvør var best samanlagt í øllum amboðunum, og hvør var best í hvørjum amboði sær.

Havnar Fimleikafelag fekk allar føroyameistararnar í øllum amboðum samanlagt (all-around).

Leinkja til myndir av vinnarunum

Føroyameistarar í all-around vóru hjá kvinnunum Lív Bech Árting, kvinnuunglingunum Elsbet Dalbø, gentunum Rebekka Ingadóttir, monnunum Bogi Berg, mansunglingunum Rani A. Dagsgarð og dreingjunum Hjálmar A. Dalsgarð.