Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnarbáturin við nærum somu manning

Jákup Ósá

Havnarbáturin verður eisini við hjá 10-mannaførum í ár.

Havnarbáturin verður eisini við hjá 10-mannaførum í ár.

Fróði Magnussen er ein av røðarunum umborð, og hann sigur, at manningin er komin uppá pláss, hóast felagsvenjingin ikki byrjar av álvara fyrr enn í mars mánaða.

– Vit eru mannaðir og hava eina blandaða manning við onkrum eldri og onkrum ungum. 33 ár skilja elsta og yngsta mannin umborð. Í løtuni venja fleiri til ymiskar kappingarár, men tá vit koma til mars mánaða, so kann væntast at vit venja meira regluliga saman. Í mun til manningina í fjør, so eru tríggir nýggir mans komnir umborð, sigur Fróði Magnussen. Í fjør vann Havnarbáturin ongan róður, men var mangan heilt nær við at vinna og endaði fleiri ferðir á 2. plássi, har hinir bátarnir skiftust um at vinna.

Sostatt er greitt, at í øllum førum fýra 10-mannafør vera við í ár. Klaksvíkingur, Drekin Reyði, Ormurin Langi og Havnarbáturin.

Les eisini:

Drekin Reyði við nýggjari manning

Gamli Klaksvíkingur neyvan mannaður

Klaksvíkingur er mannaður