Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Havnarlagið dagførast

Óli M. Lassen

Vit hava longu nú setta av 1 millión krónur eyka til viðlíkahald á Havnarlagnum og skulu fríhold o.a. dagførast.

Tá vit fara at viðgera íløgur fyri komandi ár, skal Havnin raðfestast so vit fáa eina enn tryggari havn,  bryggjukanturin og leytarar skulu gerast og ljós skulu eisini setast upp fram við bryggjukantin.  “Kajkrani” til smábátar skal setast upp so bátarnir sjálvir kunnu landa við bryggjuna hjá NFCS. Viðurskiftini á Stongunum skulu eisini dagførast.

Grótið ið vit fáa frá tunnlunum norður um fjall, fer til at fáa uppland í Norðhavnini, so vit fáa enn fleiri møguleikar og útbyggingar á havnaøkjunum í Norðhavnini. Vit hava gjørt stórar íløgur í ídnaðarøkið undir Hamri. Við íløgum í Norðhavnini og ídnaðarøkjunum undir Hamri og góðar karmar við nýggjum vinnubygni hjá Blikksmiðjuni við sjóvarmálan, tryggja vit framhaldandi vøkstur og møguleikar hjá vinnuni. Eg ivist heldur ikki í, at fleiri vinnufyritøkur hava spennandi verkætlanir fyri framman.

 

Les meira á: omlassen.com

Óli M. Lassen býráðslimur og limur í Havna- & Vinnunevndini

 

Harleyfacadeacryl