Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag.
Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur.
Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma.
Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.
Toppdystur
Skal dystur yvir tíggju borð vera millum tvey talvfeløg í landinum, eiga Havnin og Klaksvík sterkastu liðini.
Rætt er, at Sandavágs Talvfelag hevur vunnið nógv FM-heiti í 1. deild tey seinnu árini, men í landskappingini eru fýra telvarar á hvørjum liði. Vágamenn hava yvir tíggju borð ikki breiddina hjá feløgunum í Havn og í Klaksvík, sum bæði hava tvey lið hvør í 1. deild.
Eins og í fótbólti og øðrum ítrótti valdar ávís prestisja, tá havnarmenn og klaksvíkingar telva. Hetta eru eisini feløgini, sum hava vunnið flestar FM-sigrar í bestu deildini í liðkappingini.
Úrslit í 90-unum
Hesin dysturin er sum sum nevnt ein roynd at vekja upp aftur eina gamla siðvenju við ólavsøkutelving millum bæði størstu plássini í landinum. Fyrsti ólavsøkudysturin var í 1995.
Hesi árini høvdu fleiri av bestu føroysku telvarunum, sum tá vóru lesandi uttanlands, skipað seg í eitt føroyskt útisetafelag í Keypmannahavn. Stutt eftir aldamótið telvaðu føroyingarnir seg upp í bestu deildina í donsku landskappingini. Flestu útisetatelvararnir tey árini – meginparturin havnarmenn og klaksvíkingar – vóru heima um sumrarnar, og hittust tí í hesum afturvendandi summardystum á ólavsøku saman við heimaføroyingunum.
Telvað var nakrar ferðir seinnu 90-árini – í hvussu er til 1998. Alt var kanska ikki uppskrivað. Liðini mannaðu seg við tíggju telvarum, stundum níggju ella átta.
Úrslitini vóru hesi:
Ólavsøka 1995-1998
1995 Havnin – Klaksvík 3 – 6
1996 Havnin – Klaksvík 5 – 3
1997 Havnin – Klaksvík 7½ – 2½
1998 Havnin – Klaksvík 6½ – 2½




