Niclas Heri Jákupsson settur sum havnastjóri fyri Klaksvíkar Havn Havnanevndin hjá Klaksvíkar Býráð hevur sett Niclas Hera Jákupsson sum havnastjóra fyri Klaksvíkar Havn.
Í Klaksvíkar Havn eru framdar stórar og spennandi útbyggingar, og gevur hetta nýggjar menningar- og inntøkumøguleikar. Ein av fyrstu avbjóðingunum hjá havnastjóranum verður at gagnnýta nýggju karmarnar best møguliga og samstundis skipa soleiðis fyri, at Klaksvíkar Havn kann menna og nútímansgera seg á øllum mótum.
Niclas Heri Jákupsson er 40 ára gamal, hevur tikið HF og HH-útbúgving, er útlærdur skrivstovumaður og hevur ymisk skeið í samband við leiðslu, sølu og menning. Niclas Heri Jákupsson hevur royndir sum sølumaður í heilsølu, hevur verið leiðari hjá Shell í Norðoyggjum, og ta síðstu tíðina hevur hann verið sølu- og marknaðarleiðari hjá Shell, har hann m.a. hevur havt ábyrgdina av menning og sølu. Niclas Heri byrjar í starvinum sum havnastjóri hjá Klaksvíkar Havn tann 1. november 2008.




