Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnin altjóða universitetsbýur

Helena Dam á Neystabø

Undirritaða helt hesa røðu í dag sambandi við at Vísindavøkan 2016 varð sett. Í Tórsgøtu í Havn er eitt yðjandi virksemi allan dag, sum gevur bæði børnum, lesandi og vaksnum eitt livandi innlit í alla ta týðandi gransking, sum fer fram í Føroyum.

Á hesari slóðini finnur tú skránna fyri dagin.

http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=21901

Háttvirda samkoma

“Uppaling og dannilsi er tað sum stendur eftir, tá ið tú hevur gloymt alt tað, tú lærdi í skúlanum.” Hetta er eitt av mongum kendum sitatum eftir Einstein.

Á Vísindavøkuni fara vit at uppliva, hvat kann koma burturúr einari undran yvir, at okkurt er, sum tað er. Og eg eri sannførd um, at júst henda forvitnis kenslan verður ein drívmegi hjá nógvum ungum sum eldri víðari í lívinum – eisini tá mann hevur gloymt akkurát hvat tað var, sum mann sá ella lærdi á Vísindavøkuni.

Á Vísindavøkuni verður eitt forvitni birt eftir at vera ein av teimum, sum finnur svarið á einum spurningi, sum bíðar eftir svari.

Á níggjunda sinni verður aftur í ár skipað fyri Vísindavøku henda seinasta fríggjadag í September. Eitt tiltak, sum fer fram í flestu evropeiskum londum júst henda sama fríggjadag undir heitinum Researchers’ Night. Besta dømi um at kjarnan í gransking er bæði lokal, regional, national, global, ja, universal, alt í einum.

Endamálið við Vísindavøkuni er at økja um áhugan fyri gransking, at skapa forvitni og eldhuga, og at miðla alla ta fjølbroyttu gransking, sum fer fram hvønn einasta dag út í allar krókar í samfelagnum. Júst hetta at miðla gransking á vanligum menniskjamáli og í vanligum miðlum, er grundleggjandi fyri, at vísindin kemur út um sínar egnu karmar, og verður deild við onnur.

Havnin altjóða universitetsbýur

Tórshavnar Býráð hevur fyri nøkrum árum síðan orðað visjón fyri Havnina sum altjóða universitetsbý. Hetta er ikki orðað til stuttleikar, men ein ásannan av, at føroyska samfelagnum tørvar hægri granskingargrundaðar útbúgvingar ikki bert innan serføroysk viðurskifti, men eisini innan politikk, lóg, vinnu, náttúruvísind, búskap osv., har Føroyar og føroysk viðurskifti verða sett í altjóða samanhang – ella øvugt.

Granskingin hevur eingi landamørk, og Havnin ynskir at spæla við sum norðuratlantiskur vakstrardepil. Vit síggja, hvussu aðrir vakstrardeplar sum Akureyri og Tromsø júst hava bygt sína framgongd á universitetið.

Býráðið hevur saman við Fróðskaparsetrinum arbeitt við kampusætlanum, og gera tað enn, tí eingin universitetsbýur uttan eitt veruligt universitet.

Vónandi brestur fyri nev skjótt í teirri ætlanini. Men í fjør varð eisini ein líka so týdningarmikil samstarvsavtala gjørd millum kommununa og Setrið um verkætlanir.

Kommunan hevur í sjálvum sær eitt hav av granskingarevnum, komi at hugsa um, at byggivinnan ivaleyst hevur brúk fyri, at granskað verður í fyritreytum fyri at byggja í Føroyum.

Í samstarvinum fær tann lesandi ella tann granskandi høvi at arbeiða við viðurskiftum í kommununi, sum so aftur kann brúka úrslitini til at gerast betri myndugleiki og tænastuveitari. Fyrr nevndi man tað win-win, og sum eg skilji fer ein verkstova eftir heystfrítíðina at seta hetta samstarv í gongd av álvara.

Vit síggja í hesum døgum, hvussu menningin av nýggjum útbúgvingarmøguleikum á Setrinum eins og granskarasetrinum iNOVA og aðrir granskingarstovnar við, eru við til at gera Havnina og Føroyar kappingarføra og á tann hátt fasthalda og draga til okkum ungdómin, ungar familjur og vælútbúgvið fólk bæði føroyingar og tilflytarar.

Visjónin, ið Havnin setti sær, er ikki langt úti í havsbrúnni, men – um eg so má siga, er sprelllivandi millum okkum beint her sum vit standa.

Við hesum orðum fari eg enn einaferð at takka tykkum fyriskiparum fyri áhaldandi at skipa fyri Vísindavøku á hvørjum ári – og at tit gera tað bæði undirhaldandi og spennandi fyri øll.

Góða eydnu við øllum teimum óendaliga mongu tiltøkunum sum nú fara av bakkastokki.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Harleyfacadeacryl