Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún aftur av roktúri

Oliver Joensen

Seinnapartin legði útróðrarbáturin Havsbrún at á Kósini, fullur undir lúkurnar av upsa. Skiparin, Óli Olsen sigur, at teir hava verið til fiskiskap í seks dagar. Tríggir mans vóru við Havsbrún hendan túrin. Veðrið var gott og sera væl gekst við fiskarínum.

Vit landa nú, so eg veit ikki í løtuni hvat tað vigar, men vit hava mált 50.000 pund niður í lastina. Upsin er stórur og væl í holdum.