Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún kemur skjótt á marknaðin við einum nýggjum fóðri til smolt

Helgi Abrahamsen

”Vit hava ikki fyrr gjørt fóður til smoltstøðir – bara okkurt undantak um fóður hevur manglað, so hetta er nýtt fyri okkum.” Tað sigur Rúni Weihe, Deildarleiðari á Havsbrún.

”Vit hava ikki fyrr gjørt fóður til smoltstøðir – bara okkurt undantak um fóður hevur manglað, so hetta er nýtt fyri okkum.” Tað sigur Rúni Weihe, Deildarleiðari á Havsbrún.

Spurdur hví Havsbrún nú fer undir at framleiða hetta nýggja fóðrið, sigur hann, at tað hongur saman við broytingunum í alivinnuni, har smoltini skulu vera longri tíð á smoltstøðunum.

”Tað verður arbeitt við at hava smoltini longri á landi, so tey grammini sum tey fyrr hava vaksið á sjónum skulu tey nú vaksa í feskvatni. Tað er ein annar tørvur, sum fiskurin hevur tá, og hjá okkum snýr tað seg um at tillaga fóðrið eftir tí tørvinum,” sigur Rúni.

Nógv at taka atlit til

Tá fiskur verður sleptur í aliringar á sjónum, eru tað tær náttúrugivnu fortreytirnar – vanligt dagsljós, vanligar broytingar í hitaviðurskiftunum o. s. fr. – sum stýra umhvørvinum.

”Soleiðis er ikki á smoltstøðunum. Har stýra vit hitanum og ljósinum, og smoltini ávirkast av tí,” sigur Rúni Weihe.

”Í mun til okkum menniskju og súgdjór, so fylgir kropshitin hjá fiskinum hitanum í umhvørvinum, og tá hitin økist, so økist stoffskiftið hjá fiskinum eisini. Tí skulu smoltstøðirnar hava ein góðan hita, sum er grundarlag fyri góðum vøkstri, og fóðrið verður eisini tillagað til tað,” sigur hann.

Umframt hesi atlitini skal eisini ein passalig nøgd av vitaminum og mineralum vera í fóðrinum, so nógv er at hugsa um, tá finnast skal fram til røttu blandingina.

”Hetta arbeiðið hevur verið í gongd í eina tíð og vit vænta at koma á mál í ár, men akkurát nær, tað veit eg ikki,” sigur Rúni.

”Vit gjørdu eina roynd í fjør, og hon eydnaðist rættiliga væl. Men hon var ikki endalig. Har skulu aftur gerast nakrar tillagingar, men eg havi góðar vónir um, at hetta fer at eydnast væl,” sigur hann.

Egin uppfinning

Samansetingina av nýggja fóðrinum hava tey á Havsbrún í stóran mun sjálvi funnið fram til, men tey hava eisini samstarvað við vitanarstovnar uttanlands.

”Hetta hevur verið ein drúgv gongd, og vit ætlaðu at hava tað liðugt í fjør, men tað eru nógvir snøklar, sum allir skulu uppá pláss, fyri at fáa eitt gott úrslit,” sigur Rúni Weihe.

Rúni sigur, at Havsbrún noyðist at laga seg til tørvin hjá kundunum. Tað minsta fóðrið sum tey hava framleitt er tað sum fiskurin hevur fingið ta fyrstu tíðina, tá hann er á sjónum, men tann støddin verður ikki til í ringunum í framtíðini, tí hon verður á smoltstøðunum.

”Um vit einki gera, so missa vit framleiðsluna til tær støddirnar,” sigur Rúni Weihe.

Harleyfacadeacryl